Fleskasteik Skriv ut oppskriften

4 fólk

1 fleskasteik (1,2 kg)
2 tesk. av salti
1 tesk. av pipari
1 l av kókaðum vatni


Fleskasteikin verður gníggjað inn við salti og pipari og løgd í bakarovnsskuffuna.
Hita ovnin til 160° og steik í uml. 2 tímar.
Tá ið hon hevur staðið í ovninum í 1/2 tíma, verður tað kókaða vatnið koyrt í skuffuna,og undir steikingini tekur tú av og á við eina súpuskeið niður í skuffuna og oysir niður yvir steikina.
Tá ið steikt er, verður vætan sílað í eina grýtu, feittið tikið omanav og javningur av hveitimjøli gjørdur úta.
Hav kókað og brúnkað epli, og reyðkál afturvið.

(Jónhild Henriksen, Góðaráð, 1987)
Du finner denne oppskriften igjen på: http://tradisjoner.no/oppskrift787.html