Lagt inn den 20.01.2003
Sendt inn av Magnus Thor Magnusson
|
|
|
Kókað fesk grind
4 fólk
1 kg av tvøsti
3 súpusk. av grovum salti
200 g av spiki
1 kg av eplum
Tvøstið verður skorið í passalig stykki og koyrt í eina grýtu í so mikið av køldum vatni, at tvøstið stendur undir.
Tá ið kókar, verður løgurin stoyttur av og nýtt kalt vatn koyrt í.
Síðan verður aftur sett at kóka, og tá ið kókar, verður móðað omanav og saltið koyrt í.
Sker spikið í smá stykki og vaska eplini væl.
Tá ið tvøstið hevur kókað í 1 1/2 tíma, verða spikið og eplini koyrd í grýtuna at kóka saman við tvøstinum í 30 min.
(Jónhild Henriksen, Góðaráð, 1987)
|
|