Lagt inn den 27.11.2002
Sendt inn av Magnus Thor Magnusson
|
|
|
Saltkjöt
4 fólk
1,2 kg av saltkjøti
1 kg av eplum
Mjólkarsós
25 g av margarini
25 g av hveitimjøli
3-4 dl av mjólk
salt
Súpan
1 1/2 l av soði av kjøtinu
4-5 gulrøtur
4-5 dl av gulertum
1 purra
Saltkjøt er lams- ella neytakjøt, sum hevur ligið í vanligum saltlaka í ikki minni enn 5 dagar.
Hevur tað ligið í saltlaka longur enn 5 dagar, má tað vatnast út.
Lambskjøt skal kóka 1 tíma og neytakjøt 2 tímar.
Flys eplini og lat tey kóka saman við kjøtinum hálvan tíma.
Mjólkarsós
Smelta margarinið í einni grýtu.
Rør mjølið í og síðani mjólkina so við og við, meðan tað smákókar.
Smakka sósina til við salti.
Súpan
Slagið av gulertum avger mannagongdina, tá ið tú gert súpinina.
Tvey sløg eru av gulertum.
Annað slagið skal kóka fyrir seg í 45 min. og síðani standa í 15 min., so sum tað stendur á pakkanum, og verður síðan tynt við kjøtsoðnum.
Flys gularøturnar, sker tær og purruna smátt og kóka í kjøtsoðnum 20 min.
Tá ið kókað er, verður lagt burturúr og koyrt í súpanina.
Hitt ertnaslagið skal bert kóka í súpanini teir seinastu 5 min.
(Jónhild Henriksen, Góðaráð, 1987)
|
|