Lagt inn den 27.11.2002
Sendt inn av Magnus Thor Magnusson
|
|
|
Kókaður feskur seiður og livur
4 fólk
8-10 seiðir
livur
salt
pipar
Vaska og reinsa seiðirnar væl og sker teir í helvt.
Skola livrina.
Koyr 2 súpisk. av grovum salti, seiðin og livrina í kókandi løg.
Tá ið livurin hevur kókað í 10 min., verður hon løgd uppúr og salt og pipar stroytt útyvir. Seiðurin skal kóka í 15 min.
Hav kókað epli afturvið.
Tey smakka best kókað saman við seiðinum og livrini.
(Jónhild Henriksen, Góðaráð, 1987)
|
|