Lagt inn den 27.11.2002
Sendt inn av Magnus Thor Magnusson
|
|
|
Pannukakur
8 kakur
150 g av hveitimjøli
1/2 tesk. av salti
1 súpisk. av sukri
2 1/2 dl av mjólk
1 dl av vatni
3 egg
20-30 g av margarini
Píska alt uttan margarinið væl saman.
Baka á heitari pannu. Her eru tveir møguleikar at baka pannukakur.
a) Smelta margarinið og rør tað í deiggið, og tær nýtist bert at smyrja pannuna, áður enn tú koyrir deiggj á fyrstu ferð.
b) Tú koyrir einki margarin í deiggið, men smyrt pannuna hvørja ferð, áðrenn tú koyrir deiggj á.
Pannukakurnar verða lagdar hvør oman á aðra við sukri ímillum. Tær smakka best heitar við súltutoyi og pískaðum róma.
(Jónhild Henriksen, Góðaráð, 1987)
|
|