Lagt inn den 12.06.2002
Sendt inn av Magnús Þór Magnússon
|
|
|
Lomviga
4 fólk
3 lomvigur
salt
pipar
Lomviga smakkar væl bæði roytt og skrædlað.
Roytt lomviga
Royttar lomvigur kanst tú kóka í 1 1/2 tíma við væl av salti í.
Tú kanst eisini steikja tær í steikiposa.
Tá skalt tú vaska og turka lomvigurnar væl og stroya við salti og pipari.
Hita ovnin til 180° og steik niðurlaga í ovninum 1 1/2 tíma.
Skrædlað lomviga
Skrædlaðar lomvigur skulu stroyast við salti og pipari og brúnkast í grýtu.
Tú skalt fyrst brúnka bringurnar væl í margarini, síðani koyra uml. 1/2 l av vatni í.
Kóka í 1 tíma undir loki. Ansa eftir, at tað ikki kókar turt.
Tak tær síðani uppúr og ger ein javning av hveitimjøli.
Lita við soyu.
Hav kókað epli afturvið.
(Jónhild Henriksen, Góðaráð, 1987)
|
|