Lagt inn den 12.06.2002
Sendt inn av Magnús Þór Magnússon
|
|
|
Súltaðar røtur
Til 1 kg av hreinsaðum rótum
1 l av vatni
1/2 av ediki
4-5 petti av heilum ingiferi
1 kg av sukri
Røturnar verða vaskaðar, flustar, skornar í flísar og settar á blot í vatninu, edikinum og ingiferinum. Soleiðis skulu tær standa í eitt samdøgur.
Síðani verða tær í 1 tíma kókaðar samanvið sukrinum í helvtini av sama laka, sum tær hava staðið í.
Koyr tær í krukur við loki á.
Súltaðar røtur smakka væl upp á livurpostei, skinsakjøt og annað.
(Jónhild Henriksen, Góðaráð, 1987)
|
|