Lagt inn den 12.06.2002
Sendt inn av Magnús Þór Magnússon
|
|
|
Seyðarhøvd
(4 folk)
2 seyðarhøvd
salt
Seyðarhøvdini verða sett á blot kvøldið fyri í lunkaðum vatni við ímillum fringrarnar av sodu í.
Vaska tey síðani væl við bleytari bust og set útá at kóka í 1 tíma við væl av salti í.
Eru høvdini røst, krevur ikki so nógv salt, sum tá ið tey eru fersk.
Lambshøvd verða etin bæði køld og heit, ærhøvd heit.
Hav nógv epli afturvið.
(Jónhild Henriksen, Góðaráð, 1987)
|
|