Lagt inn den 12.06.2002
Sendt inn av Magnús Þór Magnússon
|
|
|
Fyltur lundi
4 fólk
4 lundar
Fylla
200 g av margarini
200 g av sukri
250 g av hveitimjøli
1/2 tesk. av bakipulvuri
4 egg
150 g av rosinum
Sker høvd, veingir og vel av lundanum.
Tak innvølin og krikan úr og vaska síðani lundan væl.
Seyma fyri hálsin og fyll.
Fylla
Rør margarinið og sukrið væl.
Rør síðani eggini í, eitt í senn, rør væl ímillum hvørt.
Sálda mjølið og bakipulvurið í og rør síðani rosínurnar í.
Koyr fylluna í lundarnar og seyma aftur.
Prika lundarnar væl og koyr teir í kókandi løg við salti í.
Kóka í 1-1 1/2 tíma.
Í staðin fyri at koyra fylluna í lundan kanst tú pakka hana inn í staniol í 4-5 pakkar og leggja teir oman í lundarnar í grýtuni.
(Jónhild Henriksen, Góðaráð, 1987)
|
|