Lagt inn den 24.05.2002
Sendt inn av Magnús Þór Magnússon
|
|
|
Knetti
4 fólk
1 súpisk.av grovum salti
1-2 leykir
1 súpisk.av eplamjöli
1/2 tesk.av pipari
1 tesk.av sukri
vatn
tálg
Fesk hýsa og smáfiskur eru best at gera knetti burturúr.
Fiskurin verður væl vaskaður, áðrenn hann verður skrædlaður og latin av beinunum.
Mal hann tvær ferðir gjögnum kjötmaskinu, fyrru ferð bara fiskin, seinnu ferð verður leykurin og saltið malið við.
Síðan verður fiskurin koyrdur í eitt ílat saman við mjölinum, piparinum og sukrinum og eltur væl saman við so mikið av vatni, sum hann tolir. Deiggið skal verða seigt; tá ið tú strýkur váta hond eftir tí, skal glansurin standa av.
Tálgin verður skorin í smáar bitar og elt í til seinast.
Nú verða kettini sligin upp við fastari, vátari hond og koyrd í kaldan ella kókandi lög at kóka í 15-20 min. Men gott er at lata tey standa kalt í einar tveir tímar, áðrenn tey verða kókað.
Knettini skulu kóka spakuliga í nóg stórari grýtu.
Knettasúpan:
11/2 l av soði
250 g av gularótum og grönertrum
10-12 sviskur
edikur
sukur
Koyr soðið í eina grýtu. Koyr gularöturnar, grönertarnar og sviskurnar í og lat kóka í 6-8 min.
Smakka til við ediki og sukri.
Ger ein jafning av 4 súpisk. av hveitimjöli og 1 dl av vatni útá, til súpanin er passalig.
(Guðrún Jóhannsdóttir skrifaði þetta "Hér er ein orginal (og sennilega gömul og góð) færeysk uppskrift úr "Góða Ráð" eftir Jonhild Henriksen:")
|
|